Listastovan

Listastovan Mentanarhús í Vágum Listastovan er eitt mentanarhús í Vágum.

Bygningurin húsar kvøldskúla í málningalist, atelier hjá listafólki, umframt at virka sum konserthøll, og høli til skeið og fyrilestrar. Listastovan vann eina FMA - Faroese Music Award fyri Ársins átak 2017, fyri at fyriskipa konsertir við tí endamáli at menna tónleikara- og konsert mentanina í Vágum.

20/12/2024

Konsertskrá løgd fyri januar, februar og mars 2025.
*kapping longri niðri*

Vit leggja út við eini nýggjárskonsert við rebelsku jazzarunum GØ.

Nógvar góðar konsertir og nógv góð jólagávuhugskot. Atgongumerkir kunnu keypast til fleiri av konsertunum á www.atgongumerki.fo.

Kapping: dáma okkara FB og IG síður og vinn 2 atgongumerkir til 1 av hesum konsertunum. Viðmerk hvørja konsert og hvørjum tú ynskir at fara á konsert saman við. Vit finna ein vinnara beint fyri midnátt 23. desember.

Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár.

Vit síggjast!

Mentanarhús í Vágum

Ársins jólakonsert Jólasoul í Listastovuni 13 desemberEnn eru nøkur fá atgongumerki eftir til ársins jólakonsert við Jól...
12/12/2024

Ársins jólakonsert Jólasoul í Listastovuni 13 desember
Enn eru nøkur fá atgongumerki eftir til ársins jólakonsert við Jólasoul fríggkakvøldið 13. desember kl. 20.00 í Listastovuni. Hetta er fimta árið Jólasoul hevur verið. Undanfarin ár við nógvum útseldum konsertum í Havn, men í ár verður fyrsta konsertin í røðini í Listastovuni í Miðvági.

Tær, Marianna, Dania, Katrina, Anna Sofía og Jasmin, eru allar nakrar av fremstu sangarinnunum í Føroyum í løtuni, og eisini millum tær yngstu á professionella tónleikapallinum í Føroyum við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum tilsamans undir egnum navni og ymiskum bólkum.

Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tað verða altíð framførdar egnar útsetingar av alskyns jólaløgum, á føroyskum, norskum, enskum, donskum og eitt ár var eisini eitt íslendskt lag sungið. Afturat at útseta tónleikin og týða tekstirnar, gera tær eisini nógv burturúr egnum kórútsetingum.

Tónleikurin verður framførdur av einum stórum húsorkestri, sum hevur skift eitt sindur fyri hvørt ár, men sum altíð er summi av okkara bestu tónleikarunum í landinum.

Ársins jólakonsert JÓLASOUL (jóla- og útgávukonsert) í Listastovuni 13 desemberEnn eru nøkur fá atgongumerki eftir til á...
12/12/2024

Ársins jólakonsert JÓLASOUL (jóla- og útgávukonsert) í Listastovuni 13 desember

Enn eru nøkur fá atgongumerki eftir til ársins jólakonsert við Jólasoul fríggkakvøldið 13. desember kl. 20.00 í Listastovuni. www.atgongumerki.fo

Hetta er fimta árið Jólasoul hevur verið. Undanfarin ár við nógvum útseldum konsertum í Havn, men í ár verður fyrsta konsertin í røðini í Listastovuni í Miðvági.

Tær, Marianna, Dania, Katrina, Anna Sofía og Jasmin, eru allar nakrar av fremstu sangarinnunum í Føroyum í løtuni, og eisini millum tær yngstu á professionella tónleikapallinum í Føroyum við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum tilsamans undir egnum navni og ymiskum bólkum.

Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tað verða altíð framførdar egnar útsetingar av alskyns jólaløgum, á føroyskum, norskum, enskum, donskum og eitt ár var eisini eitt íslendskt lag sungið. Afturat at útseta tónleikin og týða tekstirnar, gera tær eisini nógv burturúr egnum kórútsetingum. Tónleikurin verður framførdur av einum stórum húsorkestri, sum hevur skift eitt sindur fyri hvørt ár, men sum altíð er summi av okkara bestu tónleikarunum í landinum.

Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkirspæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftan á hvørja konsert hevur verið: at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.

"Tað hevur givið okkum sera nógva gleði at gera og framføra hesi mongu løgini fyri føroyingum og nú ynskja vit at gera eina heildarútgávu, sum samlar fleiri av okkara útsetingum á einari jólaplátu. Hon kann eisini keypast til konsertina í Listastovuni.

Tónleikurin er innspældur og framleiddur av Ari Johannesen við hjálp frá øðrum og er ljóðviðgjørdur av Finni Hansen. Plátuhúsan hava Marianna og Dania sniðgivið. Útgávan inniheldur 11 føroysk jólaløg. Av teimum 11 eru 4 nýskrivað føroysk jólaløg, sum tær hava gjørt til høvið!

"Útgávan er ein tøkk frá okkum til føroyingar, sum seinastu árini hava givið okkum ta stóru gleði at sleppa at framføra jólakonsertirfyri so stórari fjøld av glaðum áhoyrarum. Eftir at fáa fyrispurningar um upptøkur av løgunum í hópatali, meta vit hesujólaútgávu at vera ein góð jólagáva til føroyingar og Føroyar".

Konsertin er partur av Økistónum.

JÓLASOUL (jóla- og útgávukonsert) í Listastovuni, plátan sum verður at hoyra til konsertina, fær her sera gott skoðsmál ...
03/12/2024

JÓLASOUL (jóla- og útgávukonsert) í Listastovuni, plátan sum verður at hoyra til konsertina, fær her sera gott skoðsmál frá Birgir Kruse. Nøkur atgongumerki eru eftir enn til konsertina í Listastovuni 13. desembur.

https://birkblog.blogspot.com/ Birgir Kruse birkblog birk

»...Dropar« – frásøgur úr FøroyingahavniniNýggj bók sum lýsir lívið í, og rundan um føroyingahavnina. Bulurin í bo...
28/11/2024

»...Dropar« – frásøgur úr Føroyingahavnini

Nýggj bók sum lýsir lívið í, og rundan um føroyingahavnina. Bulurin í bókini eru stuttar frásøgur frá fólki, sum vóru í Føroyingahavnini mitt í farnu øld. Talan er ikki um væl eftirkannaðar neyvar frágreiðingar, men um hugleiðingar og upplivingar.

Summar søgur eru merktar av sorg og missi, aðrar av gleði og stuttleika, men kortini rúma tær allar eini kenslu av friðsælu.

Bókin varpar ljós á eina tíð og eitt ættarlið, sum er farið, men sum kann vísa okkum ómetaligu virðini í felagsskapi og samanhaldi.

Les um fiskimenn, sum róðu út í Føroyingahavnini, um fólk, sum arbeiddu á kaiini ella á Sjómansheiminum, og familjulimir í Føroyum, sum eygleiddu skipini hvørva í havsbrúnni á veg til Grønlands at vera burturi í langa tíð. Les brævaskifti frá tíðini, tá ið unglingar einsamallir fóru til Grønlands at forvinna pening til tey har heima.

Lesarin kann fordjúpa seg í bókini, sum hon er, ella støkka niður í onkran staklut, sum fangar áhuga. Annaðhvørt tað er ein anekdota frá Føroyingahavnini, ein fotomynd við síni egnu søgu, søgan um saltfiskin, ein yrking ella eitt listaverk. Eitt rúm til annaðhvørt løtu – ella heildaruppliving.
..ein dagin meðan eg stóð og reinsaði ein kalva uttan fyri frystihúsið, legði eitt ferðmannskip at. Tá koma tvær væl ílatnar grønlendskar kvinnur í land, gangandi yvir ímóti mær.
So stóðu tær har... tað virkaði, sum undraðust tær á, hvat eg gjørdi. Meðan tær standa soleiðis og hyggja, peikar onnur á kalvahøvdið og spyr, um tær kundu fáa eitt petti av tí hvítu síðuni. Óvanligur fyrispurningur, hugsaði eg, men skar teimum hvør sítt góða petti.
So tóku tær tyggigummið úr munninum og ótu kalvan ráan. Tær takkaðu fyri, og fóru umborð aftur á bátin, og eg gjørdi meg lidnan við kalvan og hongdi hann í frystihúsið.

Bókin kann keypast til konsertina hjá Klingra í Listastovuni sunnudagin 1. desember kl 17.30.

Søgur um grønlandsútróður saman við tónleiki og nýggjari bókaútgávu í Listastovuni sunnudagin 1. desember kl 17.30. Les ...
26/11/2024

Søgur um grønlandsútróður saman við tónleiki og nýggjari bókaútgávu í Listastovuni sunnudagin 1. desember kl 17.30. Les meir og keyp atgongumerki her 👇

Søgur, tónleikur og nýggj bók

Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Sangarinnan skrivar fangandi poppløg vi...
18/10/2024

Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Sangarinnan skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.

Hon er júst nú í gongd við at framleiða nógvan nýggjan tónleik, saman við Ragnari Finsson og til konsertina fer hon at frumvísa fleiri teirra saman við bólki.
Frammanundan hevur hon verið aktuel við stakløgunum, “Cruising”, “People Pleaser” og “Consequences” hvørs tónleikasjónband spruttar við blóð og sjarmu.

Tey, ið framføra eru:
Marianna Winter (sang)
Ragnar Finsson (gittar)
Árni Jóhannesson (bass)
Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)

Kanska ov tíðliga at syngja Jingle bells, men tað ræður um at vera tíðliga úti at ogna sær atgongumerki til hesa konsert...
22/09/2024

Kanska ov tíðliga at syngja Jingle bells, men tað ræður um at vera tíðliga úti at ogna sær atgongumerki til hesa konsertina 🎶🎄🎶

Atgongumerki.fo selur atgongumerkir til tiltøk í Føroyum

Sum nakað nýtt, so fara vit nøkur týskvøld í heyst, at stroyma fyrilestrar í náttúruvísind, í samstarv við Aarhus Univer...
15/09/2024

Sum nakað nýtt, so fara vit nøkur týskvøld í heyst, at stroyma fyrilestrar í náttúruvísind, í samstarv við Aarhus Universitet. Fyrsti fyrilesturin verður týskvøldið 24 september kl 18.00. Tiltakið er ókeypis.

Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti

Adresse

Gummaldagøta 2
Miðvágur
370

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Listastovan sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Listastovan:

Videoer

Del

Listastovan - culture house

Listastovan er ein mentanar bygningur í Vága kommunu. Bygningurin húsar kvøldskúla í málningalist, atelier hjá listafólki, umframt at virka sum konserthøll, og høli til skeið og fyrilestrar. Listastovan vann eina FMA - Faroese Music Award fyri Ársins átak í 2017, fyri at fyriskipa konsertir við endamáli at menna tónleikara- og konsert mentanina í Vágum.

Saman við Norðurlandahúsinum og Spaniastovu, er Listastovan við í PULS - ein trý ára verkætlan undir Nordisk Kulturfond. Endamálið við PULS er at menna samstarvið millum tónleikarar og spælistøð í norðurlondum.

English version

The venue Listastovan is a culture house on the island of Vágar. In 2017 Listastovn received an FMA - Faroese Music Award for Initiative of the Year for the venue, which has the aim to create and promote a music and art scene and to rise the cultural awareness in the west region of the Faroe Islands.