F'LJÓÐ stovukonsertir og kvøldsetur

F'LJÓÐ stovukonsertir og kvøldsetur F'LJÓÐ stovukonsertirnar/kvøldseturnar verða hildnar til frama fyri føroyskan tónleik og skaldskap. Hvat siga fólk um F'LJÓÐ Kvøldsetur?

“Good evening, Elin!

I just wanted to randomly let you know that I've been listening to 'Eitt dýpi av dýrari tíð,' and wow, it's so beautiful. Thank you for putting this out into the world.”
– Miranda Metheny

“Stóra takk fyri eitt frálíkt kvøld, í tíni hugnaligu stovu… Mær dámdi tað so væl, at eg komi aftur longu næstu ferð og taki fleiri við mær.”
– Dorthea Winther

“Eg og vinkonan eru so sera takksamar fyri løtun

a heima hjá tær í gjárkvøldið. Vit eru samdar um at hon kann lýsast við einum orði “vakurt”. Tað var bara so vakurt.”
– Eyð Klein Olsen

“Tað var ein frægd at sleppa at vitja teg, hoyra teg siga frá og syngja. Eisini at vitja tykkara hús og síggja eitt sindur av "einum dýpi av dýrari tíð" í sangi, innbúgvi og málningum. Fyri starvsfólk okkara var hetta eitt dýpi - ein áhugaverd og njótandi løta. Tey flestu kendu sangirnar, og siga tey aftaná, at hetta er fyrsta slíka nærverandi (intima) konsert, sum tey hava verið til. Eisini eru tey glað fyri minnið og fløguna. Enn einaferð takk fyri, Elin. Uppliving okkara við tær er bara positiv.”
– Hans Jacob Poulsen

”Vit bóðu summargestir okkara til Føroya (sum telja fleiri hundrað) um at flokka upplivingar teirra á oyggjunum. Samanlagt fekk F'LJÓÐ KVØLDSETUR tiltakið flest stig sum besta og mest minnisverda upplivingin í Føroyum. Til lukku! :-) ”
– Jutta Kolding, Gislev Rejser (F’LJÓÐ KVØLDSETUR hevur samstarvað við Gislev Rejser síðani 2014. Felagið varð í 2022 kosið at vera besti ferðafyriskipari í Danmark).

“Thank you for a fabulous experience—it was unforgettable and I will definitely be recommending it to my guests! I hope to be in touch soon with a booking request and in the meantime, enjoy Springtime!”
– Orsolya Kako, Trip Planner & Regional Director , Butterfield & Robinson, Toronto, Canada

“Thank you so much for the wonderful concert and story telling experience at your house. I thoroughly enjoyed it and hope to send you nice guests. I am still thinking about the story excerpt about Frants Vilhelm that you read to us and I am dying to hear the rest of the story. I am going to look for the Faroese Short Stories book and hopefully I can perhaps find it here in Iceland.”
– Kristín Björnsdóttir, Owner of Iceland Encounter, Reykjavík, Iceland

-----------
Les meira um F'LJÓÐ Stovukonsertir og kvøldsetur:
https://issuu.com/elinbrimheimheinesen/docs/faldari_stovukonsertir_fljod_mhg_en
----------

Fyriskipari av F'LJÓÐ stovukonsertunum/kvøldsetunum er Elin Brimheim Heinesen. Tiltøkini fara fram í Magnus Heinasonargøtu 8 í Havn.

Ætlanin við F'LJÓÐ tiltøkunum er at skapa ein heilt serligan, hugnaligan mini-tónleikapall til gleði og gagns fyri bæði tónleikarar og áhoyrarar og samstundis at stuðla arbeiðnum at marknaðarføra føroysk tónlistafólk og føroyska tónlist úti í heimi. Harnæst er ætlanin eisini at nýta høvið til at endurupplívga og breiða út kunnleikan til føroyskan skaldskap - fyrst og fremst hjá pápa Elini, rithøvundurin Jens Paula Heinesen. Við hesum tiltaki verður roynt at halda framhaldandi lív í tí anda, sum hesi mentafólkini í farna ættarliðnum stóðu fyri, og æra 'vertirnar in absentia' við at lata skaldskap teirra eiga part í framførslunum, samstundis sum pláss verður fyri øðrum, ið onkusvegna stóð hjarta teirra nær.

Ætlanin er at geva fólki møguleika at uppliva og fáa eyga á virðismiklan skaldskap, so hann ikki fer í gloymibókina. Vónin er, at hesin mentanararvur eisini kann vinna sær ein yngri fjepparaskara. Tiltøkini geva sostatt gestunum eina heilt serliga mentanaruppliving, samstundis sum at fólk fáa høvi til at stuðla einum vælgerandi mentanarligum endamáli afturvið einum góðum drekkamunni og køkum. Tiltøkini eru eisini eitt gott høvi fyri tey, sum skulu framføra, at geva sínum fjepparum eina serliga uppliving og kanska eisini at finna sær nýggjar áhoyrarar, ið veruliga geva tónleiki teirra ans.

06/01/2025

Jens Marni Hansen hevði útselda stovukonsert 29. december 2024. Her syngur hann kenda hittið: "Lukkan er ei gullið"
Økistónar stuðlaðu konsertini.

Jens Marni Hansen hevði útselda stovukonsert 29. december 2024.Økistónar stuðlaðu konsertini.
06/01/2025

Jens Marni Hansen hevði útselda stovukonsert 29. december 2024.
Økistónar stuðlaðu konsertini.

27/11/2024

Jensia hevði útselda konsert 27. november 2024.
Jensia Højgaard Dam syngur og spælir, og Dorthea Højgaard Dam og Óluva Dam syngja kór.
Stovukonsertin varð stuðlað av Økistónum.

Jensia Højgaard Dam

27/11/2024

Tær venja. Konsertin verður um hálvan tíma - og trý pláss eru vorðin tøk, um onkur hevur hug at uppliva Jensiu. ♥️

18/11/2024

Guðrun & Bartal spældu útselda F’ljóð Stovukonsert
mánakvøldið 18. november 2024. Hesi luttóku:
Guðrun Pætursdóttir Háberg.
Bartal Augustinussen, sang og gittar.
Kristian Pauli Ellefsen, klaver.
Sanna Bæk Hoydal og Rebekka Petersen, kór.
Stovukonsertin varð stuðlað av Økistónum.

Adresse

Magnus Heinasonargøta 8
Tórshavn
FO-100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når F'LJÓÐ stovukonsertir og kvøldsetur sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til F'LJÓÐ stovukonsertir og kvøldsetur:

Videoer

Del

Our Story

Les faldaran um F'LJÓÐ her: http://issuu.com/elinbrimheimheinesen/docs/faldari_fljod_stovukonsertir_kvoeld F'LJÓÐ F'LJÓÐ fagnar føroyskum ljóði. Falsleysar og fangandi fagrar framførslur, sum eru frábregðandi, fjølstreingjaðar og fingurfimar og fevna alt frá fleirraddaðum fagursangi til fugur fyri floytu, fiól og fagott. Umframt at fólk fáa frálíka føðslu til hugaferð við flogi í fedranna fongi av forkunnugum, fyndugum fagurbókmentum í fjálgu, friðsælu fínustovuni í fedrahúsi. Fegin flykkjast vit á fundi fyri at fløva okkum við einum farra av farnum og einum farra av feskum. Vit ferðast fjakkandi og forvitin í fortíð og framtíð at fregnast. Vit fáa fragd í at fylgjast og finna saman sum frændur, har vit føla okkum sum eina f***a, forlipta fjepparafamilju í felags frø(ð)i, fjanti og felagssangi. F'LJÓÐ fremur fígging av framburði fyri framfýsnar framúrskarandi føroyingar og sendir at enda fólk so findarglað og fús til hús fylt av fragdarljóðum og frískum førningi. Fyriskipari av F'LJÓÐ stovukonsertunum/kvøldsetunum er Elin Brimheim Heinesen. Tiltøkini fara fram í Stoffalág 18 í Havn. Ætlanin við F'LJÓÐ tiltøkunum er at skapa ein heilt serligan, hugnaligan mini-tónleikapall til gleði og gagns fyri bæði tónleikarar og áhoyrarar og samstundis at stuðla arbeiðnum at marknaðarføra føroysk tónlistafólk og føroyska tónlist úti í heimi. Inntøkur fara nevniliga til FAROEMUSIC.fo, sum Elin Brimheim Heinesen er stigtakari til. Harnæst er ætlanin eisini at nýta høvið til at endurupplívga og breiða út kunnleikan til føroyskan skaldskap - fyrst og fremst hjá hjúnunum Maud og Jens Paula Heinesen. Við hesum tiltaki verður roynt at halda framhaldandi lív í tí anda, sum hesi mentafólkini í farna ættarliðnum stóðu fyri, og æra 'vertirnar in absentia' við at lata skaldskap teirra eiga part í framførslunum, samstundis sum pláss verður fyri øðrum, ið onkusvegna stóð hjarta teirra nær. Ætlanin er at geva fólki møguleika at uppliva og fáa eyga á virðismiklan skaldskap, so hann ikki fer í gloymibókina. Vónin er, at hesin mentanararvur eisini kann vinna sær ein yngri fjepparaskara. Tiltøkini geva sostatt gestunum eina heilt serliga mentanaruppliving, samstundis sum at fólk fáa høvi til at stuðla einum vælgerandi mentanarligum endamáli afturvið einum góðum drekkamunni og køkum. Tiltøkini eru eisini eitt gott høvi fyri tey, sum skulu framføra, at geva sínum fjepparum eina serliga uppliving og kanska eisini at finna sær nýggjar áhoyrarar, ið veruliga geva tónleiki teirra ans.