SEV fær ikki tikið ímóti allari grønu orkuni enn
SEV | Vit fáa ikki tikið ímóti allari grønu orkuni enn 🍃
- So nógv orka fer fyri skeytið við triðju vindmyllulundini, sum í næstum kemur upp at standa, at tað loysir seg ikki at seta hana upp, sigur Sev 💨🔋
▶ Sí innslagið her 📺
#GreenFaroeIslands #Útlát #OrkuogUmhvørvisstevnan #GrønuFøroyar #GrønOrka #BlueFaroeIslands #Umhvørvisstovan #SEV #VindOrka
Útrokningar og framrokningar hjá SEV vísa, at næstu fýra árini, fram til 2025, verður samlaða streymframleiðslan 503 gigawatt-tímar frá núverandi framleiðslukeldum. Av hesum megnar SEV at gagnnýta 94 prosent, og tá hevur SEV roknað uppí, at vindmyllulundin á Eiði, sum SEV vann útboðið uppá í oktober 2019, kemur inn á netið í 2023.
Vindmyllulundin í Flatnahaga, sum Magn vann rættindini at gera um sama mundið sum SEV á Eiði, fer fram til 2025 at framleiða 250 gigawatt-tímar, frá tí at hon kemur í nýtslu, væntandi í september komandi ár.
Sambært framrokningnum hjá SEV megnar SEV at gagnnýta 49 prosent av framleiddu orkuni frá vindmyllulundini í Flatnahaga.
Triðja vindmyllulundin, sum var tann seinasta at verða boðin út, í mars í ár, verður nú eftir øllum at døma tann fyrsta at verða liðug. Men har sigur SEV, at heili 82 prosent av tí framleiddu orkuni fer fyri skeytið. Nýtslustigið er bert 18 prosent av tí risastóru framleiðsluorkuni, sum tær seks vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti kunnu framleiða.
Tíðin er als ikki búgvin til hesa triðju vindmyllulundina, tí bara vindmyllulundirnar í Suðurstreymoy fara at framleiða meira orku enn miðalnýtslan í Føroyum, sigur menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen.
Ari Johanneson, leiðari fyri Elveitingareftirlitið (Umhvørvisstovan), var gestur í sjónvarpsstovuni.
Kelda: Kringvarp Føroya
VOLTA TRUCKS | El-lastbilur á marknaðinum í 2023 🔋♻️
- Volta hevur kunngjørt sniðið á teirra eldrivna lastbili Volta Zero, og eru í ferð við at framleiða fyrstu prototypurnar. Væntandi verður lastbilurin testaður á almennum vegum í Onglandi og Fraklandi tíðliga í 2022, og verða fyrstu 5.000 eintøkini klár á marknaðinum í endanum av 2023.
Lastbilurin fer í fyrstu syftu at røkka millum 150-200 km. uppá eina løðing. So hesin er sjálvandi best egnaður til stórbýarkoyring og ikki til langar túrar á motorvegi.
#GreenFaroeIslands #Útlát #OrkuogUmhvørvisstevnan #GrønuFøroyar #GrønOrka
Kelda: Akfør .fo / Volta Trucks
Pólar og KBI eru á Orku- og Umhvørvisstevnuni í dag, frá 10 til 18, í høllini á hálsi í Tórshavn 👍🏻🍃
--> Ver vælkomin á stevnu 🙂
#OrkuogUmhvørvisstevnan #OUS #OUS21 #GrønOrka #GreenFaroeIslands Green Faroe Islands VRG (Virkisráðgeving)
Hiti er á Orku- og Umhvørvisstevnuni í dag, frá 10 til 18, í høllini á hálsi í Tórshavn 👍🏻🍃
--> Ver vælkomin á stevnu 🙂
#OrkuogUmhvørvisstevnan #OUS #OUS21 #GrønOrka #GreenFaroeIslands Hiti Green Faroe Islands Advent Management VRG (Virkisráðgeving)
Krosstein er á Orku- og Umhvørvisstevnuni í dag og leygardagin, frá 10 til 18, í høllini á hálsi í Tórshavn 👍🏻🍃
Høgni Nielsen frá Krosstein kemur at hava framløgu um orkusparandi hitapumpur á messuni í dag kl. 16.
--> Ver vælkomin á stevnu 🙂
#OrkuogUmhvørvisstevnan #OUS #OUS21 #GrønOrka #GreenFaroeIslands Green Faroe Islands
Advent Management VRG (Virkisráðgeving)
Demich á Orku- og Umhvørvisstevnuni 2021
Demich er á Orku- og Umhvørvisstevnuni í dag og leygardagin, frá 10 til 18, í høllini á hálsi í Tórshavn 👍🏻🍃
👉🏻 Ver vælkomin til eitt orkusparandi prát...
#OrkuogUmhvørvisstevnan #OUS #OUS21
Demich Orku- og umhvørvisstevnan Advent Management
Støkk inn á gólvið á Orku- og umhvørvisstevnuni og síggj nýggjasta úrvalið av elbilum ⚡️🚕
#OrkuogUmhvørvisstevnan #OUS #OUS2021 #Grønorka #Elbilar